Íverksetaraferðin hjá Lailu á TONIK

Skrivað

Tonik

Dagfesting

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Laila Midjord. Laila hevur saman við tveimum øðrum stovnað fyritøkuna DrinkSaver, sum hevur uppfunnið og sniðgivið eitt glas, serliga ætlað rørslutarnaðum – og sum ger tað næstan ógjørligt at stoyta. Í 2024 vann DrinkSaver eina Red Dot Design Award, sum er ein av heimsins mest virdu heiðurslønum innan fyri vørusnið. Tey vunnu eisini donsku Venture Cup kappingina, og komu víðari til University Startup heimskappingina, har tey blivu nummar tvey í bólkinum Íverksetararvørur.

Laila er útbúgvin sivilverkfrøðingur við sergrein í design og innovatión og hevur havt ein týðandi leiklut at menna fyritøkuna DrinkSaver, eitt skifti eisini sum CEO.

Laila fer á Tonik at greiða frá síni íverksetaraferð, sum í roynd og veru byrjaði longu í fólkaskúlanum, tá ið hon og ein floksfelagi úr NámX vunnu SkúlaFM, sum er íverksetarakappingin í fólkaskúlanum, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.

Framløgan hjá Lailu verður á enskum og heitið er: “How Inclusive Design Shaped Drinksaver and Won a Red Dot — My Startup Journey” .

Les meira og tryggja tær pláss á www.tonik.fo – vinnustevnan hevur verið útseld hvørt ár.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk – sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

TONIK er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.