Løgtingsmaðurin Jenis av Rana úr Miðflokkinum, hevur sett skrivligan fyrispurning til Súsannu Bertholdsen, landstýriskvinnu í heilsumálinum, um fosturtøkur í føroyska heilsuverkinum. Hann spyr millum annað:
Spurningar:
- Hvussu nógvar fosturtøkur hava verið framdar í Føroyum seinastu 10 árini-íroknað ár 2024
- Hvørjar vóru orsakirnar, ið vórðu brúktar sum umbøn fyri at fáa hesar hesar fosturtøkur gjørdar? Her verður biðið um tøl fyri hvørja orsøk sær.
- Í hvørjum aldursbólkum vóru kvinnurnar, ið fingu hesar fosturtøkur gjørdar?
- Nær í viðgongutíðini vórðu hesar fosturtøkur framdar?
- Hvat annað enn fosturtøka varð bjóðað fyri at loysa teir trupulleikar, sum tær fosturtøkusøkjandi søgdu liggja aftanfyri teirra ynski um fosturtøku?
- Hvør ráðgeving, hvør hjálp, hvørjir batar og hvør uppfylgjandi stuðul varð veitturkvinnuni og/ella foreldrunum aftaná framdu fosturtøkuna?
Í viðmerkingunum leggur Jenis av Rana dent á, at umleið 40 fosturtøkur verða framdar í Føroyum árliga, sum svarar til tveir skúlaflokkar. Hann heldur, at hetta eru 40 ov nógvar fosturtøkur, tí eingin hevur rætt at taka sær valdið at avgera, hvør skal sleppa at liva. Hann sigur, at øll eiga íbornan rætt til lív, eisini ófødda barnið.
Jenis av Rana heitir á politikarar og heilsustarvsfólk um at veita allan møguligan stuðul og hjálp til barnið og foreldur bæði áðrenn, undir og eftir føðing. Hetta kann fevna um ráðgeving, stuðulssamrøður, vegleiðing og ymiska hjálp, umframt møguleika fyri burturættleiðing.
Hann vísir eisini á, at talið av nýføðingum er minkað við einum triðingi seinastu 35 árini, og at hetta er ein stór hóttan móti framtíðin í føroyska samfelagnum. Samstundis er talið av fosturtøkum javnt hækkandi seinastu árini, sigur Jenis av Rana.