Nú er tín møguleiki at mynda framtíðina hjá SPORT 24 Outlet her!
Hevur tú hug til at ganga á odda fyri einum innbjóðandi handli, har avrik og trivnaður eru sameind? Vit leita eftir einum nýggjum eldhugaðum handilsleiðara.
Vit bjóða tær
- Fasta løn og starvsfólkaavsláttur
- Eitt leiðarastarv við ábyrgd
- At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Tú verður partur av áhugaverdum samstarvi við fyritøkuna Meistran, har dentur m.a. verður lagdur á leiðslumenning.
- Eitt arbeiðspláss har vit leggja dent á ”tað góða arbeiðsplássið”
Vit ynskja
Ein leiðara, ið stuðlar felagsskapinum í SPORT 24 Outlet, og felagnum sum eina heild – eitt samstarv kring Føroyar. Tú ert sjónlig/ur, hevur eyga fyri smálutum og leggur dent á kundatænastu á høgum støði.
Umframt ímynda vit okkum, at tú:
- Hevur viljan til at ganga á odda fyri tí góða arbeiðsplássinum
- Ert ein leiðari, sum dugir at kveikja áhugan at arbeiða, og loyvir starvsfólkunum at hugna sær við arbeiðsuppgávunum
- Tekur og gevur ábyrgd
- Dugir at lurta og samskifta á virðiligan hátt
- Hevur handilsútbúgving og/ella viðkomandi leiðsluroyndir
- Hevur koyrikort
Uppgávur
- At skipa arbeiðið og vera viðleikari í handlinum
- Vera ein fyrimynd fyri tíni starvsfólk og leggja dent á starvsfólkatrivnað
- Vegleiða og ráðgeva starvsfólkum og kundum
- Bíleggja vøru og viðlíkahalda handilin í samspæli við toymið
- Tryggja innihald til Facebook- og Instagramsíðu
- At samstarva við hinar eindirnar í felagnum
Ert tú við uppá menning og avbjóðingar? Og ert tú klár/ur at taka næsta stigið? Vit eru spent at hoyra frá tær!
Send tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo
Umsóknarfreistin er 28. juli 2025 kl. 12
Starvið er fastlønt. Løn og tímatal sambært avtalu. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvið skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Spurningar? Ring ella skriva til Ásu á tlf. 257786 gerandisdagar kl. 10:00 – 15:00.
Hoyrast!
Um okkum: SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk tilknýtt goymsluni, kontórinum – og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.