Hiddenfjord søkir eftir forfólki til alingina á Velbastað

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Sum forfólk hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv og álit. Tú verður leiðari av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvðusuppgávu at røkja aliøkið á Velbastað, men eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum forfólk vísir tú til rakstrarleiðaran.

Handverkslig útbúgving, royndir frá aling ella royndir við sjómansskapi eru ein fyrimunur.

Arbeiðsøki og uppgávur
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:

  • ábyrgd av at samskipa tann dagliga raksturin av alibrúkinum
  • fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við ringum, nótum, taka móti smolti, røkt av laksi og rognkelsum, flyta laks til tøku og annað
  • at gera viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • samskipa djóralæknavitjanir, eftirlitsvitjanir, lúsateljingar vm.
  • upplæring og førleikamenning av alarum
  • viðlíkahald av bátum, flakum vm. saman við tekniska toyminum

Vit vænta, at tú hevur

  • áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
  • góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
  • góðan røkiskap
  • góðar samstarvs- og samskiftis eginleikar

Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir
og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert smidlig/ur hesum viðvíkjandi.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Olsen, rakstrarleiðara, á telefon 230415 ella við telduposti á hans.olsen@hiddenfjord.com. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er 3. mars 2025

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.