Søkt verður eftir lærara at byrja í januar 2025 at undirvísa í klarinett og samanspæli 6 tímar um vikuna í Musikkskúlanum í Vágum.
Starvið varir hetta skúlaárið at enda.
Meira fæst at vita hjá Martin Mouritsen á tlf 216462 martin@uvs.fo
Prógv frá musikkkonservatorium krevst.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 19.12.2024.
Umsókn við prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Musikkskúlaskipan Føroya
Martin Mouritsen, stjóri
Box 9, FO 110 Tórshavn martin@uvs.fo tlf 216462