FM1 leitar eftir eldhugaðum og ídnum fríyrkis frásøgufólki/útvarpsfólki at styrkja okkara sterka ítróttatoymi. Um tú brennir fyri ítrótti, serliga hondbólti og fótbólti, og hevur hug at gera útvarp, so er hetta rætta starvið til tín.
Vit í FM1 leggja dent á at gera fjølbroytt, lætt, kunnandi og áhugavert innihald til okkara lurtarar. Hvønn gerandisdag hava vit tríggjar tíðindasendingar, har vit viðgera øll viðurskifti í samfelagnum. Vit senda beinleiðis, hava gestir í studio og eru altíð til reiðar við bráðtíðindum, tá ið okkurt spennandi hendir.
Ítrótturin fyllir nógv á FM1. Vit fylgja tætt við føroyskum ítrótti, og varpa eisini út frá fótbólti og øðrum ítróttagreinum.
FM1 hevur fleiri fastar sendingar gjøgnum vikuna, so sum “Stjórnin – Politikkur á skák”, “Jukeboksin”, “Firmakappingin”, “B36-varpið” og “Liverpool Radio”. Hesar og aðrar sendingar eru at hoyra undir “ljóð” á okkara heimasíðu.
Arbeiðsuppgávur
- Framleiða og stjórna útvarpssendingum við denti á fótbólt og hondbólt.
- Varpa út frá ítróttartiltøkum, bæði innanlands og møguliga uttanlands.
- Gera samrøður við leikarar, venjarar og aðrar viðkomandi persónar í ítrótti.
- Skriva tíðindasøgur og reportasjur til útvarp og møguliga til okkara tíðindasíðu.
- Samarbeiða tætt við tíðindatoymið fyri at tryggja góða og vælskipaða sending.
Førleikar
- Sterkur áhugi fyri ítrótti, serliga fótbólti og hondbólti.
- Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ.
- Fleksibilitetur viðvíkjandi arbeiðstíðum, tí tiltøk og dystir ofta eru í vikuskiftum og um kvøldið.
- Góðar telduførleikar.
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum livandi og kreativum umhvørvi.
- Møguleikan at vera ein týðandi partur av menningini av ítróttarfrásagnum í útvarpinum.
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning og at seta tín dám á sendingarnar.
- Starv í einum toymi við drúgvum royndum innan fjølmiðlavinnuna.
Umsókn
Um tú heldur, at hetta starvið hóskar til tín, send okkum tína umsókn við CV og møguligum viðmælum til Duritu Adela: durita@fm1.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. mars.
Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Lønin verður ásett eftir avtalu.