Ert tú sjálvstøðugur, skapandi og fjølbroyttur grafikari, og kundi hugsa tær nýggjar avbjóðingar? Vit leita eftir tær!
RD Group sóknast eftir einum royndum og ágrýtnum grafikara at gerast partur av okkara toymi!
Sum okkara nýggi grafikari fært tú ábyrgd av marknaðarføringini av Wenzel, sum umboðar merkir sum Ford, Volvo, Polestar, MG, Mazda, BYD, Kia og Isuzu. Tú verður eisini við til at marknaðarføra tveir av størstu tónleikafestivalunum í Føroyum – Voxbotn og Tórsfest – umframt Hotel Djurhuus, Carrent og Eventz og nógvar aðrar spennandi uppgávur!
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur royndir sum grafikari
- Dugir væl at skapa sjónliga sterka og fangandi marknaðarføring
- Dugir at arbeiða við bæði prent- og talgildum miðlum
- Hevur hug at arbeiða in-house í einum fjølbroyttum og dynamiskum umhvørvi
Hví velja RD Group?
- Tú sleppur at arbeiða við stórum og spennandi verkætlanum
- Tú verður partur av einum professionellum, men óformellum arbeiðsplássi
- Tú fært fríar karmar og stórt frælsi til at seta tín dám á okkara visuella samleika
Arbeiðsstaðurin er í bygninginum hjá Wenzel á Slættanesgøtu 4 í Havn.
Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi? Send okkum tína umsókn! Starvið verður sett skjótast gjøtligt.
Send umsóknina til rd@rd.fo ella ring til tel. 50 55 50 fyri at hoyra nærri