Vaskifólk til tíðaravmarkað starv

Skrivað

Gylvi Fritsson

Dagfesting

Arbeiðið fevnir um at vaska skrivstovuhølini hjá Landsgrannskoðanini. Arbeiðstíðin er 6 tímar um vikuna. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi, sum fær starvið, kann hava eitt gott og smidligt samstarv við verandi starvsfólk.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Skrivlig umsókn skal sendast til:

Landsgrannskoðanina
Traðargøta 43
Postrúm 2053
165 Argir

ella sum teldupostur til: postur@lg.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301.