Johan Dahl, løgtingsmaður, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning um viðurkenning av donskum talgildum koyrikortum í Føroyum.
Hann vil vita, um danska samferðslumálaráðið hevur vent sær til føroyska samferðslumálaráðið viðvíkjandi eini avtalu um talgildu koyrikortini, og um landsstýrismaðurin hevur svarað hesum fyrispurningi.
Um so er, spyr hann, hvat landsstýrismaðurin hevur svarað, og um ikki, nær hann ætlar at svara.
Eisini spyr Johan Dahl, um landsstýrismaðurin vil gera eina avtalu við danska samferðslumálaráðharran um sínámillum viðurkenning av talgildu koyrikortunum.
Johan Dahl vísir á, at Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri, fleiri ferðir hevur gjørt vart við sín vilja at finna eina loysn, soleiðis at føroysk og donsk talgild koyrikort verða góðkend í báðum londum.
Danskir myndugleikar hava eisini vent sær til føroyskar myndugleikar fyri at fáa greiðu á, hvat skal til, fyri at donsk talgild koyrikort kunnu nýtast í Føroyum.
Av tí at landsstýrið enn ikki hevur kunnað um málið, setur Johan Dahl hendan fyrispurning fyri at fáa greiðu á støðuni.