Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, varpar í skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin Dennis Holm ljós á støðuna við leysum gróti í Gásadalstunlinum.
Hann spyr, um Landsverk er vitandi um, at grót javnan dettur niður frá loftinum í tunnlinum, og um hetta er ein trupulleiki í øðrum smátunlum.
Jóhannis Joensen viðmerkjur, at tunnilin verður brúktur av bæði akførum og gongufólki, millum annað skúlaflokkum og ferðabólkum um summarið. Hetta ger støðuna álvarsama, tí vandin fyri vanlukkum økist, um grótniðurtøka heldur fram.
Hann ynskir at vita, um nakrar skaðafráboðanir eru komnar, og hvat verður gjørt fyri at tryggja ferðandi. Hann spyr eisini, nær fólk kunnu kenna seg trygg við at ferðast í tunlinum.
Spurningurin er, um vanlukka skal hendan, áðrenn myndugleikarnir fara at taka hetta í álvara og fremja neyðug átøk.