Á aðalfundinum hjá Føroya Prentsmiðjufelagið í farnu viku legði Jón Hestoy fram ársfrágreiðingina og vísti millum annað á avleiðingarnar av, at Posta hevur valt at steðga við at bera lýsingabløð út til hvørt húsarhald.
Við sterkum orðum kritiseraði hann avgerðina og grundgevingarnar fyri at flyta bløðini út á netið.
– Vit hava bara eitt orð fyri hesar útsagnirnar: Grønvasking. Umhvørvisvinarligt prent verður lagt niður og flutt á netið, har útlátið er farið upp um samlaða útlátið hjá flogferðsluni, segði Jón Hestoy.
Sissal H. Hestoy er nýggjur nevndarlimur í Føroya Prentsmiðjufelag. Í nevndini eru nú fýra limir í staðin fyri tríggir. Sissal hevur drúgvar royndir á økinum og er stjóri hjá Føroyaprent.
Nevndin skipaði seg soleiðis eftir fundin: Jón Hestoy heldur fram sum formaður, Gunvá við Keldu er næstforkvinna, meðan Eirikur Lindenskov og Sissal H. Hestoy eru nevndarlimir.
Felagið hevur eisini skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska yrkisfelagið, sum samsvarar við lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum – 4,32 prosent fyrra árið og 3,87 prosent seinna árið.