Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna hevur í Upsala í Svøríki fingið Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris fyri arbeiði hansara við føroyskum máli, tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.
Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í Kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur.
Kongaliga Gustav Adolfs Akademiið grundgevur soleiðis fyri, at Jonhard Mikkelsen fær heiðurin:
– Bókaforleggjarin Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna í Føroyum fær heiðurin fyri stóra arbeiðið fyri føroyskum máli, bæði við útgávum av føroyskum upprunaverkum, týðingum til føroyskt mál og orðabókaútgávum.
Jonhard Mikkelsen var í Uppsala við konuni Maibritt og børnunum Jóannes og Sáru. Hann fegnast um stórfingna heiðurin.