Klokkan 14.30 sæst tíðindafundurin um fundin í ríkis- og samstarvsráðnum her

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klokkan 14.30 í dag er tíðindafundur í Tinganesi, um ríkis- og samstarvsfundin, sum hevur verið í Tinganesi í dag.

Ríkisfundur var í gjár og fundur í samstarvsráðnum er í dag. Londini hittast regluliga fyri at viðgera trygdarpolitikk, ríkisrættarlig viðurskifti og uttanríkispolitikk.

Fundurin í samstarvsráðnum í dag hevur er um uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna. Luttakarar eru umboð frá øllum trimum londunum, millium annað ráðharrar í fíggjar-, lógar- og uttanríkismálum.