Tíðindaskriv
Í Kollafirði stilla tveir kollfirðingar upp til kommunuvalið í Tórshavn. Talan er um Anja Weyhe fyri Tjóðveldi og Bergur Robert Dam Jensen fyri Javnaðarflokkin.
Sunnukvøldið 10. novembur, klokkan 19.00 verður skipað fyri eini síðstu hólmgonga millum hesi bæði valevnini í Kollafjarðar skúla. Evnið á valfundinum verður eldrasambýlið og bústaðir í bygdini. Ben Arabo verður orðstýrari.
Umframt sjálva hólmgonguna millum Anju og Berg fer nýggja Kollfjarðar sangkór, ið er stjórnað av Lailu av Reyni at syngja nøkur løg um Kollfjørð og samanhald.
Møguleiki verður somuleiðis hjá veljarunum at viðmerkja og seta spurningar til valevnini. Drekkamunur verður eisini at fáa.
Valfundurin verður eftir ætlan eisini stroymdur.
Fyriskipararnir av tiltakinum eru eitt valtoymi av kollfirðingum, ið rópa seg “Vel ein kollfirðing” og sum hevur til endamáls at fáa kollfirðingar, ið vilja raðfesta Kollafjørð, valdar inn á býráðið í Tórshavnar kommunu.