Kommunur skulu sleppa at áseta hægri botnfrádrátt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eitt nýtt lógaruppskot er lagt fyri Løgtingið, sum gevur kommununum heimild at áseta hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum, frá 30.000 krónur upp til 65.000 krónur. Hetta merkir, at kommunurnar sjálvar kunnu áseta, hvussu nógv av inntøkuni hjá borgarunum skal vera skattafrí.

Tað eru Árni Skaale, Bárður á Lakjuni, Beinir Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen øll úr Fólkaflokkinum, sum leggja uppskotið fram.

Í viðmerkingunum seg tey, at kommunuskatturin er tann størri parturin av skattinum hjá nógvum borgarum, serliga hjá lágløntum. Við hesum uppskotinum fáa kommunurnar størri møguleika at skipa sín skattapolitikk eftir egnum tørvi og tryggja fíggjarligan lætta til borgararnar.

Kommunurnar skulu áseta nýggja botnfrádráttin áðrenn 1. desembur á hvørjum ári. Uppskotið kemur í gildi dagin eftir, at tað er kunngjørt, og skal nú viðgerast í Løgtinginum.