Komunan yvirtekur ikki Hoydalar – Skal brúkast til Tjóðsavn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur einmælt samtykt tilmæli frá fíggjarnevndini um at broyta avtalu við landið um ognirnar í Hoydølum.

Landsstýrið ynskir nú at brúka bygningin í Hoydølum til Tjóðsavnið. Tað merkir, at kommunan ikki yvirtekur studentaskúlan, sum annars var avtalað.

Sambært tilmælinum skal kommunan ikki keypa gamla studentaskúlan, men kann eftir nærri meting taka upp samráðingar um at yvirtaka lonirnar við síðuna av skúlanum fyri í mesta lagi 4,5 milliónir krónur.

Harumframt verður mælt til, at kommunan krevur, at landið tillagar mótrokningina fyri íløgur í Sjóvinnuhúsið, tí landið ikki er farið úr hølunum til væntaða tíð.

Somuleiðis verður mælt til, at partarnir gera eina tíðaravmarkaða avtalu um at brúka Studentaskúlan til listaligt virksemi, til ætlanin við tjóðsavninum verður framd.

Fíggjarnevndin samtykti tilmælið við teirri viðmerking, at kostnaðir viðvíkjandi keypi, flutningi og byggibúgving av lonunum verða greinað nærri, áðrenn samráðingar verða tiknar upp.

Ein minniluti í nevndini mælti frá, at kommunan yvirtekur lonirnar fyri upp til 4,5 mió. kr.

Býráðið samtykti einmælt at fylgja tilmælinum, við tí treyt, at ein endalig semja kemur fyri bæði fíggjarnevndina og býráðið til góðkenningar.