Krevja at gamli vegurin út í Nes verður dagførdur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjár fekk borgarstjórin, Bjarni Johansen í Vági, handað eitt skriv við undirskriftum frá 65 borgarum, sum vilja hava gamla vegin út á Nes dagførdan. Óli Toftum handaði skrivið vegna borgarnum. Tað skrivar heimasiðan hjá Vágs kommunu.

Vegurin er í sera ringum standi í dag, og tað er bæði trupult og ótrygt at koyra eftir vegnum. Vegurin verður eisini nógv brúktur til gongutúrar, men sagt verður, at tað nú er næstan ógjørligt at ganga eftir honum longur.

Bjarni Johansen takkaði fyri skrivið og undirskriftirnar og segði, at Vágs Kommuna fer at kanna málið nærri. Kommunan fer nú at meta um, hvat ein dagføring av vegnum fer at kosta og hvørjar loysnir eru møguligar.

Talan er um ein veg, sum gongur í gjøgnum eitt økið, sum nógv í Vági hava tilknýti til, og tað er vónin hjá borgarunum, at vegurin skjótt verður gjørdur tryggari og meira gagnligur.