Tíðindamaðurin í Kringvaarpi Føroya, Tróndur Herason Olsen, er settur í starv sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í Runavíkar kommunu. Hann byrjar í starvinum 1. februar. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Tróndur Herason Olsen hevur arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya síðani 2019, umframt eitt skifti sum starvslærunæmingur í uttanríkistænastuni í 2018-2019.
Tróndur hevur útbúgving innan politikk og umsiting frá 2019. Eisini hevur hann tónleikaútbúgving frá 2010, og hevur í nøkur ár stjórnað Havnar hornorkestri.