, ,

KT leiðari: Útbúgving má taka støði í føroyskari vinnu

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting


Fyri at fáa eina veruliga vitanarvinnu í Føroyum mugu fyritøkur og Fróðskaparsetrið arbeiða tættari saman, har gransking og menning tekur støði í tí sum føroyingar eru dugnaligir til. Og okkara útbúgvingarpolitikkur eigur at byggja meira á veruleikan her og minni á danskan útbúgvingarpolitikk. Tað sigur Fróði Magnussen, stjóri á KT fyritøkuni Formula við FM1.

“Tað er bara soleiðis at vit hava siðvenju til at útbúgva fólk innan fyri ávís økir, og kanska eru vit, ja, smittað øgiliga nógv av dønum,” segði Fróði Magnussen í sendingini Vinnuvarpið á FM1 ígjár. “Also vit útbúgva øgiliga nógv fólk til tað sama sum danir gera, ístaðin fyri at hugsa: Men hvat tørvar okkum, og so farið tann vegin.”

Stjórin á Formula, sum eisini er fyrrverandi formaður í KT Felagnum umframt fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, vísti í samrøðuni á tað samstarv sum Háskóli Íslands og Danmarks Tekniske Universitet hava við vinnulívið innan gransking og menning.

“Nú havi eg eygleitt íslendingar rættiliga leingi, og teir duga ótrúliga væl at skapa nýggj produkt og menning og sovorðið,” segði Fróði Magnussen.

“Hvussu gera teir? Í grundini so hava teir eitt sterkt fróðskaparsetur, eitt sterkt universitet, sum er øgiliga tætt integrerað við vinnulívið í Íslandi. So velja teir nakrar bransjur burturúr, til dømis at framleiða føði.”

“Eg var saman við Føroya Arbeiðsgevarfelag ein túr og tosaði við DTU í Danmark, og tað er upp á sama máta,” legði Fróði Magnussen afturat. “Teir hava øgiliga, øgiliga sterkt granskingarumhvørvi, sum er íbundið eitt undirvísingarumhvørvi, sum aftur er tætt knýtt at vinnulívinum – soleiðis at man hevur ein øgiligan vekslivirkning ímillum.”

Tað vil siga, tá veit man hvat fyrigongur og hvat tørvurin er, spurdu vit.

“Alla tíðina,” svaraði stjórin. “Og tað sum so er hent til dømis í Íslandi, tað er tað at so mennir man innan fyri fiskiídnað alt møguligt. Og man fær líkasum nøkur clusters, man fær nakrar vinnugreinar sum eru tætt knýttar. Í Føroyum hevði tað verið upplagt at vit dugdu betur… Also vit skuldu havt meir samstarv millum Fróðskaparsetrið og vinnuna innan fyri ávís økir, til dømis innan fyri fiskiídnað. Tað at framleiða – tá meini eg ikki bara fisk, eg meini við aling og fisk, alt… framleiðsla, fóður, alt seafood til menniskjaføði ella aðra føði – hvussu gera vit tað? Har hava vit jú fyritøkur sum hava fingið prísir uppá at levera ymisk ting til alivinnuna, sum so eisini programmera ting. Vit programmera ting og levera millum annað til alivinnuna og til fiskavirkir og annað. Har skuldu vit havt líkasum eitt betri samstarv fyritøkurnar ímillum og við Fróðskaparsetrið, hvar man faktiskt hevði eitt forum hvar man útvekslaði royndir, also fekk veksilvirkning millum royndir, fekk ung fólk inn, sum so aftur fóru á Fróðskaparsetrið og arbeiddu víðari, mentu ting í felag. Upp á tann mátan mentu vit eina heilt nýggja vitanarvinnu í Føroyum rundan um hetta her við fóðurframleiðslu.”

Fróði Magnussen segði víðari at nýmótans fiska-, matvøru- og fóðurframleiðsla krevur nógva gransking og menning, og at samstarv millum universitet og vinnulív er upplagt í hesum høpi.

“Vit koma ongantíð at vera 100 metra meistarar í at gera ymisk onnur ting, tí tað gera vit bara ikki,” segði hann. “Men fískiídnað, innan fyri matvøruframleiðslu og annað – eg rokni við tað eru fá lond í verðini sum framleiða so nógv kilo fóður úr fiski ella laksi og øðrum sum føroyingar. So vissi man valdi at satsa tann vegin, bæði sum virkir, Fróðskaparsetur… Vissi man heldur ein fiskur er bara ein fiskur, so… Bara eitt dømi: eitt flak fer ígjøgnum, frá tí ein fiskur liggur, ein laksur, fer avstað, fer ígjøgnum eitt sovorðið band. So fyrst skalt tú skera flakið burturúr, so skal flakið aftur skerast í smærri bitar kanska, og so víðari. Hetta flakið verður fotografera kanska, lat okkum siga, 1100 ferðir ella hvat tað verður, tað er fleiri hundrað ferðir, fyri at fáa trygdina, millum annað, tann optimala skurðin og so víðari. Fyri at greina hetta her, so skalt tú hava eina rúgvu av fólki sum duga at koyra hesar myndirnar niður í ein databasa – tær skulu greinast, tað skulu rokningar gerast… Tú skalt hava vitan um hvussu tú flytir data frá einari røntgu niður í databasan. Hvussu brúkar tú røntgen… Her er ein rúgva av tøkniligum… Alt innan fyri slíkt. Onkur mennir jú ljós og stýriskipanir til fóður og annað innan fyri aling í Føroyum. Also at man ikki avmarkar seg, men man arbeiddi í felag um alt hetta økið. Vissi tú hyggur eftir hvat vit undirvísa fólk í, hvar vit læra fólkið upp og so…Tað er bara soleiðis at vit hava siðvenju til at útbúgva fólk innan fyri ávís økir, og kanska eru vit, ja, smittað øgiliga nógv av dønum. Also vit útbúgva øgiliga nógv fólk til tað sama sum danir gera, ístaðin fyri at hugsa: Men hvat tørvar okkum, og so farið tann vegin.”

Tekur útbúgvingarrætningurin hjá okkum ikki støði í vinnulívinum her, spurdu vit.

“Ið hvussu er ikki so nógv sum hann skuldi,” svaraði Fróði Magnussen. “Hevði man kunnað gjørt tað at man beginti at venda sær – men hvat havi eg tørv á, hvussu skulu vit gera tað í Føroyum, soleiðis at vit blíva best innan fyri hetta økið?”