Kuldi ávirkar vatnveitingina í Vestmanna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vestmanna kommuna hevur av kuldanum seinastu vikuna havt trupulleikar við vatnveitingini í bygdini.

Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn vanliga orsakað av kavaveðrinum, og goymslurnar við vatni eru minkaðar munandi, og serliga í ovarliga í bygdini eru trupulleikar at veita borgarum vatn

Kommunan arbeiðir við at loysa trupulleikan, men væntar ikki, at hann verður loystur til fulnar, fyrr enn kavin er burtur. Í meðan heitir kommunan á borgarar um at spara upp á vatnið og ikki nýta meira enn hægst neyðugt.

Ein orsøk til óstøðuga óstøðuga vatntrýstið er, at borgarar hava latið vatnið runnið fyri at forða fyri frostspreingingum í rørunum. Tað hevur samstundis havt við sær, at brunnarnir eru tømast.

Veðurstova Føroya sigur frá lýggjari veðri frá í morgin av og alla komandi viku.