Umhvørvismálaráðið hevur sent eitt uppskot til kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi til ummælis. Endamálið er at tryggja, at sálarliga arbeiðsumhvørvið verður raðfest á jøvnum føti við onnur viðurskifti á arbeiðsplássum.
– Gott sálarligt arbeiðsumhvørvi gagnar bæði starvsfólkum og arbeiðsplássum. Tað hevur stóran týdning fyri heilsu og trivnað hjá starvsfólkum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Kunngerðin ásetur skyldur hjá arbeiðsgevarum at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi og at taka hædd fyri sálarligum avbjóðingum. Eisini skulu fullgóðar vegleiðingar og mannagongdir vera til staðar fyri fráboðan av brotum.
– Eg fegnist um, at vit nú taka fyrstu stigini at bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur landsstýriskvinnan.
Endamálið er at betra um heilsu og trivnað hjá starvsfólkum og skapa eitt tryggari arbeiðsumhvørvi fyri allar føroyingar.