Forsíðan á nýggjastu útgávuni av blaðnum Kvinna er rættiliga sermerkt. Orsøkin er, at nýggjasta útgávan er eitt 20 ára jubleumsblað.
Á forsíðumyndini ganga 20 megnar kvinnur tvørtur um Steinatún. Millum aðrar síggjast Eivør Pálsdóttir, Steintóra Erhardsdóttir, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Sonja Jógvansdóttir og Jasmin Mote.
Á heimasíðuni hjá Kvinnu verður sagt soleiðis um forsíðuna:
– Á forsíðuni til hesa serstøku føðingardagsútgávuna hava vit savnað 20 megnar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð. Hóast tær eru sera ymiskar, er felagsnevnarin tann sami: tær hava allar verið við til at skapa og forma tað føroyska samfelagið, sum vit kenna í dag, og nú standa tær sum fyrimyndir fyri komandi ættarlið.
– At savna hesar kvinnurnar á forsíðuni hevur verið ein heilt serlig tilgongd, og sjálvt arbeiðið at fáa allar smálutirnar at ganga upp í eina hægri eind, og at fáa kvinnurnar at standa saman í einum so sterkum og samanhangandi felagsskapi, hevur verið ein kreativ avbjóðing við stuttligum og gevandi løtum. Úrslitið er hendan ikoniska føðingardagsforsíðan, sum í sær sjálvum eitt visuelt tekin uppá styrki og samanhald – ein spegil av samtíðini.
20 ára blaðið, sum er 172 síður, er tað størsta Kvinnublaðið nakrantíð.
FM1 ynskir Kvinnu hjartaliga til lukku við 20 ára degnum.