Í svari til fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sigur landstýrismaðurin, Bjarni K. Petersen, at tað er trupult at meta um kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi.
Hann sigur, at avbjóðingin er samansett, og tørvur er á, at land og kommunur seta seg saman at finna skilagóðar langtíðar loysnir fyri føroyska bústaðarmarknaðin.
Annika Olsen spurdi landsstýrismannin, um kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er nøktandi til at skunda undir bústaðarbygging, og um tað eru ætlanir at broyta kunngerðina fyri at tryggja bústaðarbyggingina.
Landstýrismaðurin er samdur í, at bústaðartrotið er ein avbjóðing, og at tørvur er á at finna loysnir. Hann hevur áður boðað frá, at hetta málið verður tikið upp við kommunurnar í næstum.
Endamálið samskiftinum millum landsstýrið og kommunurnar er at finna loysnir, ið kunnu skunda undir útboðið á bústaðarmarknaðinum. Um hesar loysnir bera við sær, at tørvur er á at broyta kunngerðina um alment útboð av kommunalari fastogn, er landstýrismaðurin sinnaður at hyggja upp á tað.