Landsliðsvenjarin fær Lesaravirðislønina 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Lesarar kring landið hava valt at geva Lesaravirðislønina 2025 til Eyðun Klakstein fyri bókina Lygn.

Tað má harvið staðfestast at Eyðun Klakstein er maður við fjølbroyttum evnum, tí bert fyri fáum vikum síðan gjørdist greitt, at hann skal vera lansliðsvenjari hjá manslandsliðnum í fótbólti.

Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin á 30.000 krónur handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Tey trý tilnevndu verkini fyri 2025 vóru:

  • Sára Malena eftir Sólrun Michelsen
  • Vilstar røtur eftir Ingun Christensen
  • Lygn eftir Eyðun Klakstein

Í fjør vann Høgni Mohr við Saga JAM.


Lesaravirðislønin varð stovnað í 2024 fyri at heiðra tær bøkur, sum lesarar hava dámt serliga væl.

Virðislønin er eitt samstarv millum Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið. Við at lata lesararnar velja vinnaran, vilja bókasøvnini styrkja sambandið millum bókmentir og lesarar.