Sum eftirmetingaramboð hjá læraranum í undirvísingini kunnu landsroyndirnar als ikki brúkast. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag á heimasíðuni hjá Skúlblaðnum.
Formaður Føroya Lærarafelags, sum eisini er limur í Fólkaskúlaráðnum, heldur, at landsroyndirnar eru vánaligt eftirmetingaramboð hjá læraranum, sum í øgiliga lítlan mun kann brúkast sum grundarlag undir víðari menning av undirvísingini.
Jacob Eli Olsen heldur, at Landsroyndirnar mestsum bara eru eitt amboð hjá skúlamyndugleikanum, og tað er eftir hansara tykki óneyðugt. Ístaðin fyri landsroyndir kunnu landsins skúlamyndugleikar hava álit á lærarunum og skúlunum, at teir gera sítt arbeiði.
Jacob Eli Olsen heldur, at landsroyndirnar skulu endurhugsast, tí tær gagna ikki lærarum og næmingum. Hann mælir til at hyggja uttanlands, sum til dømis til Danmarkar, har tey kanna grundleggjandi øki, ella til Íslands og Finnlands, har tey als ikki hava landsroyndir.
Formaður Lærarafelagsins heldur, at gongda leiðin er at menna støðuroyndir, sum lærarar kunnu brúka í undirvísingini. Hann er eisini ímóti, at næmingar fáa karakter í 4.- og 6. flokki, og heldur, at foreldur eiga at fáa kunning frá lærarum gjøgnum samrøður og støðuroyndir heldur enn karakterir frá landsroyndum.
Skuldi landsstýrismaðurin raðfest nakað, so heldur hann, at tað skulu vera støðuroyndir, tí tær gera mun, sigur Jacob Eli Olsen.
Tilmæli frá Fólkaskúlaráðnum
Síðst í oktobur handaði Fólkaskúlaráðið landsstýrismanninum við barna- og útbúgvinginarmálið tilmæli um landsroyndir.
Fólkaskúlaráðið mælir til at endurskoða landsroyndirnar, tí tær eru ikki nóg hentar sum eftirmetingaramboð.
Tær skulu annaðhvørt vera eftirmetingaramboð fyri landsmyndugleikarnar ella námsfrøðiligt amboð fyri skúlarnar.
Ráðið saknar fakligt tilfar at grunda viðgerðina á, og tað ger tað trupult at samanbera úrslitini ár fyri ár.
Tilmælini eru at menna landsroyndirnar sum námsfrøðilig amboð og at menna støðuroyndir, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini.