Landstýrið lat í dag Løginginum 27 uppskot í sambandi við at seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesum tingskeiðinum
Talan er um fleiri stór og týdningarmikil uppskot, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð.
Millum tey eru:
- Uppskot um at fyrireika og prosjektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð.
- Uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin
- Uppskot um at prosjektera heildarætlanina fyri Venjingarskúlan (Kampus)
- Uppskot um løn undir útbúgving (Tryggja teim lesandi á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving)
- Uppskot um bústaðarskyldu v.m.
- Uppskot um Talgildu Føroyar 2.0. (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)
Aksel V. Johannesen løgmaður, sigur, at talan er um týðandi og fjølbroytt mál. Gongd verður sett á at fyrireika Suðuroyartunnilin.
– Samstundis hava vit sett okkum fyri at fáa ein haldføran búskap, og tí mugu ábyrgdarfull átøk til, eitt nú at hækka pensjónsaldurin, sigur Løgmaður.
– Hetta er eitt neyðugt og týdningarmikið stig. Haraftrat er løn undir útbúgving og heildarætlanin fyri Kampus hjá Setrinum avgerandi fyri at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg og starvast í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen,