Landsstýrið tikið lán á 350 milliónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

10. januar í ár tók landsstýrið eitt 15-ára standandi lán á 350 milliónir krónur til eina effektiva rentu á 3,55 prosent. Tað skrivar Landsbankin.

Hetta lánið skal saman við einum láni á 900 millinóir krónur við effektivari rentu á 3,624% , sum landstýrið tók 1. juli 2024, brúkast til at rinda aftur eitt lán á 1,645 milliardir krónur, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025.

Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging.

Í mai verður væntandi enn ein lántøka framd til tær 395 milliónir krónurnar, sum resta í at rindað lánið aftur.