Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, luttók í dag á verjumálaráðharrafundi, Northern Defence Dialogue, á NATO-høvuðssætinum í Brússel. Á fundinum luttóku eisini verjumálaráðharrar og umboð úr Kanada, USA, Danmark, Grønlandi, Svøríki, Noregi og Íslandi.
Á fundinum umrøddu partarnir millum annað trygdarpolitisku støðuna á norðurleiðunum og hættir at styrkja samstarvið við tí endamáli at lyfta felags avbjóðingar og standa ímóti møguligum hóttanum.
Á fundinum var somuleiðis semja um eina yvirlýsing við eini endamálsorðing, ið staðfestir eina felags tilsøgn at styrkja samstarvið á verju- og trygdarøkinum í Arktis og Norðuratlantshavi. Londini samdust somuleiðis um at møtast árliga.
“Alsamt meira óvissa støðan í heiminum krevur, at vit taka virknan lut í viðgerðini av hvussu trygdar- og verjupolitisk átøk verða skipað á norðurleiðunum. Hetta skal gerast á einum reglubundnum og fólkaræðisliga kjølfestum grundarlagi. Vit í Føroyum hava strongt á at taka beinleiðis lut við egnari umboðan í trygdar- og verjumálum, soleiðis at vit ikki eru áskoðarar men taka ábyrgd. Fundurin í dag var eitt týðandi høvi at gera vart við føroysk sjónarmið ið stuðla undir tættari samstarvi millum londini tá støða skal takast til hvussu vit handfara felags avbjóðingar,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.