Í summar vóru Føroyar til hoyring hjá Sameindu tjóðum um breksáttmálan. Endamálið var at kanna, hvussu londini fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig, men eisini hevur avbjóðingar, ið krevja átøk.
Serfrøðinganevndin hjá ST gav Føroyum 59 tilmæli, sum fevna um mestsum øll økir í samfelagnum. Hesi tilmæli hava nú verið til umrøðu í landsstýrinum.
Millum tey 59 tilmælini, sum serfrøðinganevndin gav Føroyum, eru at innlima breksáttmálan í føroyska lóggávu, gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir, seta í gildi lóg móti mismuni vegna brek, og tryggja, at fólk við breki hava javnbjóðis atgongd til rættarskipan, útbúgving, arbeiði og heilsutænastur.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at tað er alneyðugt at halda áfram við at betra um viðurskifti og rættindi hjá fólki, ið bera brek, í tøttum samstarvi við áhugafeløg. Almanna- og mentamálaráðið samskipar arbeiðið, meðan hvørt stjórnarráð sær hevur ábyrgd av tilmælunum.