Leiðarin í Mentanathúsinum í Fuglafirði gjørt fráfaringaravtalu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fuglafjarðar kommuna og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, hava gjørt eina semju um at enda samstarvi. Avtalan kom í gildi 23. desembur 2024. Kommunan takkar á heimasíðu síni leiðaranum fyri hansara arbeiði og íkast til mentanarlívið í kommununi.

Jónas Bloch Danielsen hevur verið ein týðandi partur av menningini av Mentanarhúsinum síðani apríl 2017, við ábyrgd fyri dagliga rakstrinum, tiltøkum og samstarvi við bæði lokalsamfelagið og aðrar mentanarstovnar í landinum.

Eftir eitt tíðarskeið við innanhýsis samskifti eru partarnir vorðnir samdir um, at fráfaringaravtalan er besta loysnin fyri báðar partar. Fuglafjarðar kommuna vil leggja eina nýggja kós fyri mentanarøkið, sum er í støðugari menning.

Kommunan fer skjótt at lýsa eftir nýggjum leiðara til Mentanarhúsið.