Liljan vil broyta mannagongdir í uttanríkismálum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liljan Weihe, limur í Uttanlandsnevndini fyri Tjóðveldi, skrivar í lesarabrævi, at føroyska politiska skipanin er ófullfíggjað og ikki hóskar til uttanríkispolitiska veruleikan í 2025.

Hon vísir á, at danskir politikarar vita meira um uttanríkispolitisku støðuna í Føroyum enn føroyskir politikarar.

Liljan Weihe mælir til , at mannagongdir verða broyttar, so føroyskir politikarar verða betri kunnaðir og kunnu taka avgerðir á jøvnum føti við hini í ríkisfelagsskapinum.

Les alt lesarabrævið hjá Liljan Weihe


Løgting í myrkri

Meðan ríkisfelagsskapurin er í einum av størstu uttanríkispolitisku kreppunum í nýggjari tíð, frættist onki um hetta í politisku skipanini í Føroyum.

Orsøkin er líka nógv skipanarlig, sum politisk. Men margháttliga støðan staðfestur tørvin á, at okkara ríkisrættarliga støða má broytast og mannagongdir mugu skipast, so tær hóska til uttanríkispolitiska veruleikan í 2025.

SIMON OG HENRIK, MEN IKKI BÁRÐUR OG BEINIR

Í løtuni er tað soleiðis, at danski socialdemokraturin, Simon Kollerup, og moderaturin, Henrik Frandsen, vita meira um uttanríkispolitisku støðuna í Føroyum enn Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen, andstøðuformenn á Føroya Løgtingi. Eisini føroysku fólkstingsumboðini vita meira enn løgtingsfólk og uttanlandsnevndarlimir í Føroyum.

Í síðstu viku vóru øll floksforfólk í Fólkatinginum boðin á fund hjá forsætisráðharranum, Mette Frederiksen. Eisini uttanríkis- og verjumálaráðharrarnir, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen, luttóku á tí fundinum. Har bleiv politiska skipanin – samgonga, andstøða og umboðini úr Føroyum og Grønlandi – kunnað um støðuna.

Av tilvild var eisini ríkisfundur á skrá í síðstu viku, so Føroya løgmaður og landsstýrisfólk, sum eisini eru forfólk í samgonguflokkunum, blivu kunnað um støðuna.

Men enn eru ongin skipað kunning borin víðari í føroysku politisku skipanini – hvørki til samgongu ella andstøðu.

STIRVIN OG ÓTÍÐARHÓSKANDI SKIPAN

Føroyska tingskipanin er slett ikki gearað til slíkar støður. Hon loyvir ikki løgmanni ella landsstýrisfólkum at møta í Uttanlandsnevndini og kunna Løgtingið um stórpolitisk mál.

Uttanlandsnevndin verður bert kallað saman, tá talan er um ráðførslur í heilt ítøkiligum málum (t.d. fiskiveiðuavtalur) ella til vanligar lógarviðgerðir.

Danska uttanríkispolitiska nevndin, UPN, var hinvegin kallað saman í dag. Har fingu fólkatingslimirnir í nevndini (Simon, Henrik v.fl.) m.a. kunning um samrøðuna, sum Mette Frederiksen hevur havt við Trump, um ynski hjá komandi forsetanum at keypa Grønland og um amerikansku toll-hóttanirnar móti donsku vinnuni. Ein støða, sum eisini danskt vinnulív er blivið kunnað um á fundi í forsætismálaráðnum. Kunning, sum føroyska vinnan helst eisini eigur at fáa.

OPINLEIKI OG GJØGNUMSKYGNI

Okkara ríkisrættarliga støða verður broytt. Status quo er ikki ein møguleiki. Tað eru stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapininum samdir um. Breið politisk semja er eisini í øllum trimum londunum um broytingar og víðkaðar heimildir.

Vit skulu tí finna útav, hvat vit í Føroyum kunnu semjast um – og hvussu hetta skal fremjast í verki.

Til tað mugu vit vera væl ílætin juridiskt og politiskt og sjálvsagt vera kunnað á jøvnum føti við hini, so vit ikki taka avgerðir í blindum.

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi – og limur í Uttanlandsnevndini