Lógaruppskot um Suðuroyartunnilin fyri tingið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrið leggur á tingfundi seinnapartin klokkan 15.30 lógaruppskot fyri Løgtingið at fyrireika og prosjektera Suðuroyartunnilin.

Tíðindafundur verður í Tinganesi í morgun klokkan 10 um Suðuroyartunnilin, og har tað verður greitt, hvørja linjuføring tunnilin fer at hava, um hann kemur upp í Skúvoy, og hvussu vegaføringin verður í Sandoynni.

Í komandi viku verður 1. viðgerð av lógini um projektering og útboð av Suðuroyartunlinum fyri at fáa greitt, hvør kostnaðurin verður.

200 milliónir krónur verða settar av til arbeiðið, 100 milliónir í 2025 og 100 milliónir í 2026. Sambært P/F Suðuroyartunlinum skal arbeiðið verða liðugt á sumri í 2026, og tá skal Løgtingið taka støðu til málið við fyriliggjandi kostnaði.