Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München í Týsklandi at luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, sum verður um vikuskiftið.
Hetta er aðru ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.
Ráðstevnan byrjaði í 1963, og á ráðstevnuni í ár luttaka umleið 60 stjórnarleiðarar, 150 ráðharrar og nógvir serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum.
Evnið á ráðstevnuni er trygdar- og verjupolitikkur.
Løgmaður skal millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis, og hann skal eisini hava fleiri politiskar fundir.
Hann sigur, at tað er týdningarmikið at samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál.
– Tíðin krevur – kanska meira enn áður – at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Í løtuni er tað soleiðis, at hvør nýggjur dagur merkir nýggjar avbjóðingar. Tí skulu vit taka lut á teimum pallum, vit kunnu, fyri at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Men trygdarráðstevnan er eisini eitt høvi at hoyra nýggju amerikonsku stjórnina leggja fram sínar ætlanir fyri Ukraina og samstarvið við Evropa sum heild, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.