Løgmaður til Finnlands á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag verður løgmaður, Aksel Johannesen, við á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum, sum verður hildin í Turku í Finnlandi.

Millum málini, sum eru á skrá, eru spurningar um trygd, tilbúgving og kappingarføri hjá londunum um okkara leiðir. Tí eru umboð fyri føroyska Vinnuhúsið eisini við í Finnlandi.

Serligur gestur á fundinum hesa ferð er týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, og løgmaður heldur gleðist um, at týski kanslarin er við.

– Tað er tørvur á, at Norðurlond standa saman, og samstarvið okkara millum verður enn betri. Men vit kunnu ikki standa einsamøll, og tí gleðir tað meg, at týski samveldiskanslarin eisini luttekur. Føroyar ynskja at hava ein virknan leiklut. Bæði í norðurlendskum høpi og við at stuðla okkara sameindu í spurningum um trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.