Løgregan vil framvegis vita júst hvar Maia Amanda Sørensen er

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrr í dag eftirlýsti løgreglan Maiu Amandu Sørensen, og klokkan 18.00 dagførdi løgreglan eftirlýsingina við boðunum, at Føroya Politi ynskir framvegis at vita, júst hvar Maia Amanda er.


Fyrr í dag sendi Føroya Politi hesa eftirlýsingina út:

Føroya Politi leitar í løtuni eftir Maiu Amandu Sørensen, sum seinast varð sædd í Tórshavn um midnáttarleitið hóskvøldið tann 21. august 2025.

Maia er 14 ár og er 172 cm høg. Hon hevur langt, svart, slætt hár. Hon var ílatin eina hvíta, bundna troyggju og svartar buksur.

Um tú veitst, hvar Maia Amanda er, ynskja vit, at tú boðar Føroya Politi frá á tlf. 35 14 48.