Løgreglu og dómsvald eiga at koma undir føroyskt málsræði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen heldur, at tað eigur at raðfestast at fáa løgreglu, dómsvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt málsræði.

– Hetta átti at verið gjørt innan eitt styttri áramál, sigur hann í svari upp á fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, tingmanni fyri Tjóðveldi, um hvussu danskir myndugleikar loysa sína uppgávur í Føroyum.

Hann heldur, at stórur partur av fyrireikandi arbeiðinum longu er gjørt, og tað vantar einans politiska semju um at fáa hetta framt í verki.

Bjarni upplýsir, at hann hevur regluligar fundir við fútan, har hann verður kunnaður um støðuna og virksemið hjá løgregluni í Føroyum. Hóast gott samstarv við danskar myndugleikar, hevur tað avmarkingar.

– Eg havi sum landsstýrismaður eina greiða væntan um, at ríkismyndugleikarnir í Føroyum arbeiða út frá meginregluni um at verja rættartrygdina, sigur hann.

Landsstýrismaðurin vísir á, at hóast samstarvið er gott, so hevur hann avmarkaða ávirkan á raðfestingarnar hjá løgregluni og ákæruvaldinum.