Løgtingið viðgerð broytingar í ALS og Skattalógini í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingfundur verður í dag klokkan 11.00. Á skránni eru tríggjar 1. viðgerðir.

Fyrsta mál á skrá eru fleiri broytingar í ALS-lógini. Uppskotið frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, snýr seg millum annað um at hækka hámarkið fyri arbeiðsloysisstuðul úr 18.500 krónum upp í 21.278 krónur um mánaðin, sum er 80 prosent av eini arbeiðaraløn.

Uppskotið snýr seg eisini um, at stytta karantenutíðirnar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og fólki, ið verða burturvíst, umframt at strika bíðidagarnar. Eisini verður lagt upp til at geva persónum við lægstu og miðal fyritíðarpensjón, framskundaðari pensjón og teimum í tillagaðum størvum undantak frá gjaldskyldu.

Málið verður lagt fyri Rættarnevndina til víðari viðgerð.


Á skránni eru eisini tvey uppskot um broytingar í skattalógini.

Eitt uppskott frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum,snýr seg um at seta eina skiftisreglu fyri uttanlandsfrádrátt.

Hitt uppskotið frá Fólkaflokkinum hevur sum endamál, at kommunurnar sjálvar kunnu áseta botnfrádráttin í lønarskattinum millum 30.000- og 65.000 krónur.

Hesi bæði uppskotini verða send í Fíggjarnevndina.

Seinast á skránni er framløga.