Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen vitjar í hesum døgum í Grønlandi saman við embætisfólki.
Mimi Karlsen, forkvinna fyri Inatsisartut, er vertur fyri vitjanini, ið hevur til endamáls at kunna seg um arbeiðið og mannagongdir í grønlendska tinginum og at samskifta um mál og royndir av felags áhuga.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, leggur dent á týdningin av tøttum bondum millum fólkavaldu tingini.
– Vit hava nógv at samstarva um og at skifta vitan um. Hetta eru avbjóðandi tíðir, nú Grønland veruliga er komið í brennidepilin. Tí vil eg eisini vísa Grønlandi og teirra fólkavaldu okkara stuðul til, at tað er grønlendska fólkið, ið eigur rættin til at avgera framtíð sína, sigur Bjørt Samuelsen.
Føroyska fylgið hevur eisini fingið eina gjøgnumgongd av nýggju lóggávuni, sum forðar fyri, at grønlendskir flokkar verða stuðlaðir við útlendskum pengum. Løgtingsforkvinnan ynskir at taka hetta mál upp við flokkarnar á Løgtingi.
Løgtingsforkvinnan og embætisfólkini hava eisini vitjað grønlendska tjóðsavnið, býarsavnið í Nuuk, og hjá Umboðsmanninum. Eisini hava tey sæð virksemið í ymiskum býarpørtum í grønlendska høvuðsstaðnum.