Virðislønir M.A. Jacobsens verða handaðar í Müllers Pakkhúsi í dag kl. 17.00.
Tórshavnar Kamarkór syngur, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar.
Fýra heiðurslønar verða handaðar. Tær eru Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, M.A. Jacobsens virðisløn fyri fargar bókmentir og M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik.
Í fjør vunnu var virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir latin Silasi Olofson og Jórun Pólsdóttir fyri bókaverkið Fuglar okkara.
Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna Summarið varar ikki alt árið longur.
Trygvi Danielsen vann heiðurin fyri mentanaravrik fyri hansara íkast til føroyskan tónleik, skaldskap og film.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri Mín jólabók.