Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini. Fyrispurningurin snýr seg um starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum.
Magnus Rasmussen spyr millum annað, hvussu nógv tað vildi kostað mánaðarliga at sett námsfrøðingar í føstum starvi við setanarbroti á 1,0.
Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin heldur, at tað er rímiligt, at námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum hava lægri setanarbrot samanborið við námsfrøðingar á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum.
Eisini spyr Magnus Rasmussen, um landsstýrismaðurin ætlar at skipa viðurskiftini soleiðis, at námsfrøðingar í serflokkum fáa eins setanarviðurskifti sum námsfrøðingar á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum.
Magnus Rasmussen vísir á, at námsfrøðingar og lærarar í serflokkum starvast í sjálvstýrandi toymi og arbeiða við at menna næmingarnar út frá læruætlan og menningarætlan hjá hvørjum einstøkum. Hetta arbeiðið krevur, at starvsfólkini hjálpa til, har tørvurin er. Hann heldur, at tað kann tykjast órímiligt, at normeringin ikki er tann sama fyri námsfrøðingar og lærarar í serflokkum í fólkaskúlanum, tá ið hon er tann sama á serbreytini á miðnámsskúlaøkinum.