Málið um rentufríð og avdráttarfríð lán til flogvøllin og Suðuroyartunnilin aftur í nevnd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingið hevur júst samtykt við 18 atkvøðum fyri og 14 móti, at beina uppskotið um rentufríð og avdráttarfríð lán til flogvøllin og Suðuroyartunnilin aftur í nevnd.

Eftir at uppskotið um at hækka pensjónsaldurin var tikið aftur úr Løgtinginum, var uppskotið til løgtingslóg um at investeringsfond for Færøerne sum almennur grunnur, skal veita rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin á skrá.

Annika Olsen var fyrst at taka orðið, og hon mælti til at beina málið aftur í nevnd.

Jørgen Niclasen helt ikki tað er neyðugt at beina málið eftir nevnd, og segði at tað ikki bara ávirkar Suðuroyartunnilin, men eisini útbyggingina av Vága Floghavn.

Fleiri andstøðufólk, millum annað Bárður Nielsen, Johan Dahl og Steffan Klein Poulsen vóru samd við Jørgen Niclasen í hesum og mæltu til, at tingið viðgjørdi málið.

Endin varð tó, at meirilutið var fyri at beina málið aftur í nevnd. Samgongan atkvøddi fyri og andstøðan í móti.