Marita Gunnarstein Nielsen er sett í starv sum nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy. Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.
Tað er uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum hevur tikið sær av starvssetanini, orska av ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starv
Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan.
Marita Gunnarstein Nielsen tekur við starvinum 1. desember 2024. Hon avloysir Rósu Heinesen, sum tók við rektarastarvinum 1. februar í ár, men longu segði seg úr aftur starvi fyrr í heyst, tí hon hevði fingið annað starv.