Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu skrivar, at leygardagin var marknaðardegur í Gásadali. Hetta er fyrstu ferð hetta er roynt í bygdini, og undirtøkan var góð. Heilt nógv fólk løgdu leiðina framvið, og á skránni var ymiskt fyri ung og eldri. Borgarstjórin setti tiltakið og bjóðaði øllum vælkomnum.
Gásadalsfólk seldu ymiskar matvørur og annað heimagjørt, og sølan gekk væl.
Framsýningar og frásagnir vóru eisini á skráni, og fyri børnini var ponyríðing og ymisk spøl.
Tónleikurin fylti nógv hendan dagin og fevndi breitt, alt frá Barnakórinum í Libanon til Blátt Gras.
Hetta var skipað sum hugnaligar stovukonsertir og var væl vitjað.
Kvøldið endaði við einum stórum syngið-við-tiltakið í Gásadalsgarði.
Her er røðan hjá Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra:
Góðan dagin øll somul, og hjartaliga vælkomin til marknaðardag í Gásadali!
Gásadalur er ein gomul bygd, ein bygd við søgu og mentan, sum vit øll hava stórt hjarta fyri.
Vit minnast øll filmin *1700 metrar frá framtíðini*, ein føroyskur filmur, sum var sýndur í 1990, sum á ein hugtakandi hátt lýsti, hvussu avbyrgda bygdarlívið var, áðrenn tunnilin kom.
Filmurin var ikki bert ein frásøgn um avbjóðingar, men eisini um dirvi og samanhald.
Tað er rætt, at Gásadalur er nógv broyttur síðani tunnilin kom. Við atgongdini hevur bygdarlívið fingið nýtt lív.
Ferðafólk, bæði frá nær og fjar, koma í dag til hesa hugnaligu bygdina, fyri at njóta tað vakra, ið Gásadalur hevur at bjóða.
Serliga er tað Múlafossur, ið stoytir seg beint í havi, sum dregur nógv eygu til.
Ein sólskinssøga í hesum broyttu umstøðunum er Gásadalsgarður.
Tað er eitt stað, har ferðafólk og tey lokalu kunnu koma inn, og njóta eitt gott ábit við einari Múlafoss afturvið, og kenna sambandið við bygdina – og tey, ið búleikast her.
Tað er eitt dømi um, hvussu mentan og søgan kunnu liva víðari í einum broyttum umhvørvið.
Í dag hava tey lokalu valt, at seta sjóneykuna á ein týdningarmiklan part av okkara mentan: Seyðin.
Seyðurin hevur í fleiri øldir, verið ein grundsúla undir okkara tilveru.
Seyðahald hevur tryggja Gásadalsfólkum kjøt og ull, sum hava verið neyðug til bæði føði og klæði.
Ullin var brúkt til at gera klæði og lutir, ið hjálpti fólkum at standa ímóti tí kalda veðrinum, meðan kjøtið var ein týdningarmikil partur, av matinum hjá húsarhaldinum, og er tað enn í dag.
Ein lívsháttur, sum vit hava arvað frá okkara forfedrum. Hetta er nakað, vit skulu halda í hevd, tí hann er eitt beinrakið samband millum okkum og náttúruna her í okkara karga landi.
Her er ikki bara seyður á skránni!
Fleiri stovukonsertir verða at hoyra, har lokalar røddir skapa stemning og góðan tónleik, so vit ikki bert merkja sambandi við fortíðina, men eisini kunnu gleðast um tað, vit hava í dag.
Umframt hetta, hava tey prýtt skúlan við myndum, sum gevur okkum møguleika, at minnast aftur á søguna og frásagnirnar, sum hava verið við at skapa hetta staðið.
Til seinast fari eg at takka tykkum, sum hava skipa fyri hesum degnum.
Vit vóna, at tit fara at hava ein góðan og hugnaligan dag í Gásadali – njótið løtuna, hugnan, nærverðina og tað, tey hava at bjóðað!
Takk fyri!