Maskinmeistarafelagið tekur fult undir við ætlaðu broytingini í sjófeingislógini, sum fer at loyva uppsjóvarskipunum at selja helvtina av árligu veiðuni uttanlands. Tað sigur formaðurin, Arnfinn Bech.
Felagið hevur ikki sent hoyringsskriv viðvíkjandi uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum, Dennis Holm. Men nú parturin um landingar uttanlands er vorðin eitt heitt kjakevni, vil formaðurin gera greitt, at felagið tekur fult undir við broytingini.
– Stóð tað til mín, var ongin avmarking yvirhøvur, sigur Arnfinn Bech og leggur aftrat, at ein fríur marknaður tryggjar rætta prísin og røttu hýruna til fólk umborð. Hann heldur, at virkini eru kappingarfør, og spyr, hví skulu vit tvinga føroysk skip at landa í Føroyum?
Arnfinn Bech vil eisini, at somu reglur skulu galda fyri botnfisk. Hann vísir á, at stórur munur er á, hvat fiskur verður seldur fyri í Føroyum samanborið við uttanlands, og hann heldur ikki, at hesin munur er til fyrimuns fyri manningarnar á fiskiskipunum.
Við broytingini í sjófeingislógini skulu uppsjóvarskip kunna landa upp til 50% av veiðuni uttanlands, í mun til verandi 15%.