,

Melda til Stella Polaris

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tíðindaskriv
Í døgunum 27.- til 29. mars 2025 verður Hátún í Tórshavnar Musikkskúla karmur um tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

Til ber longu nú at melda til Stellu Polaris 2025.

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. Fyrsta kappingin var hildin í 2014 . Tey, sum hava vunnið gjøgnum árini, eru:

  • 2014 – Mattias Kapnas (klaver)
  • 2015 – Alvi Joensen (gittar)
  • 2017 – Dávur Birgisson (gittar)
  • 2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)
  • 2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)
  • 2023 – Andrias Blaasvær (violin)

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðla og heiðra okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini.

Fleiri av luttakarunum gjøgnum árini, teljast nú millum fremstu ungu tónleikeikarar í Norðurlondum.

Kappast verður í fýra ymiskum aldursbólkum:

  • 0 til og við 11 ár
  • 12 til og við 15 ár
  • 16 til og við 19 ár
  • 20 til og við 24 ár

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo

Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2025.