Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at ein nýggj kunngerð um filmsstuðul er lýst og sett í gildi.
Kunngerðin flytur heimildir frá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins, sum nú fer at umsita filmsstuðulin. Hetta tryggjar armslongdarmeginregluna, sum er nevnd í samgonguskjalinum.
Mentanargrunnur Landsins fer at taka avgerðir um filmsstuðul eftir tilmæli frá tveimum ráðgevum, sum Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmshúsið hava tilmælt. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 milliónir krónur oyramerktar til filmsstuðul.
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fegnast um, at sakkunnleikin og óheftni nú fara at umsita filmsstuðulin. Hon sigur, at politiska skipanin áður hevur blandað seg í, hvør skal fáa filmsstuðul, og at hetta kann virka stýrandi fyri umsøkjararnar.
– Listin skal stuðlast og ikki stýrast, sigur Sirið Stenberg.