Seinnapartin var móttøka í Tingnesi fyri nýggju landsstýriskvinnunum Súsonnu Bertholdsen og Martit Stórá.
Margit Stóra tekur yvir sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm. Samstundis verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum fyri Margit Stórá, sum nú fer í Umhvørvismálaráðið.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, bjóðaði Súsonnu vælkomnari í heilsumálaráðið og ynksti henni samstundis góða eydnu í starvinum.
Løgmaður takkaði eisini Margit Stórá fyri hennara arbeiði í Heilsumálaráðnum, og ynskti henni góða eydnu sum landstýrisfólk í umhvørvismálum.
Løgmaður nýtti eisini høvi at takka Ingilín D. Strøm fyri gott arbeiði, og segði seg væntað, at hon fór at gera eitt gott politiskt arbeiði framyvir.