Ræðandi álop á sjókaðlar vísa, at vit mugu taka vandastøðuna í álvara – eisini í Føroyum
Enn einaferð uppliva vit í okkara nærumhvørvi, at tveir sjókaðlar eru slitnaðir undir illgrunasomum umstøðum – hesuferð í Eystursjónum.
Týskir myndugleikar halda, at illgruni er um sabotasju. Talan er um ein kaðal millum Finnland og Týskland, og ein millum Svørík og Litava.
Hetta er langt frá fyrstu ferð, at ein sjókaðal slitnar í Eystursjónum undir illgrunasomum umstøðum.
Russland førir eitt hybrid-kríggj og hevur sum endamál at destabilisera viðurskiftini í Evropa.
Vandastøðið er ikki eins stórt, tá ein sjókaðal slitnar, um fastlandið er so tætt við, sum tað er í hesum førinum – men mín ørkymlan er fyri Føroyar.
Vit eru útsettar, tí vit liggja púrasta fyri okkum sjálvar á opnum havi, og um ein sjókaðal slitnar, so kann tað rættiliga skjótt ganga rættliga galið!
Vit kunnu ikki lata sum um, at tað ikki hendir um okkara leiðir.
Tí vil eg heita á Landsstýrið, um at gera neyðugar raðfestingar fyri trygdina hjá okkum, eins og øll onnur lond í Evropa gera í hesum tíðum – tað er ov seint, tá óhappið longu er hent!
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin