,

Næmingaráð í skúlum við 5. flokki og eldri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Næmingar skulu hava eitt stað at viðgera mál av felags áhuga, menna samstarv og felags ábyrgd, og tryggja, at næmingar verða hoyrdir í øllum málum, sum ávirka teirra læring, trivnað og undirvísingarumstøður. Tað er endamálið í uppskoti til kunngerð um næmingaráð, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent til hoyringar. Freistin at svara er 28. februar.

Uppskotið ásetur, at skúlar við 5. floksstigi ella eldri skulu stovna næmingaráð, og at næmingaráðsval skal haldast á hvørjum ári.

Allir næmingar skulu hava valrætt og valbæri til næmingaráðið, og hvør flokkur velur 1 ella 2 limir í ráðið við skrivligari atkvøðugreiðslu.

Næmingaráðið skal skipa sítt arbeiði við forfólki, næstforfólki, skrivara og kassameistara, og hevur rætt til at ummæla øll mál, sum viðvíkja næmingunum. Skúlastjórin skal játta fígging til næmingaráðsarbeiðið, ávísa høli og tryggja neyðug amboð til arbeiðið.