Í februar og mars, og aftur á heyst, verður Vágs Kommuna karmur um forvitnisligar listaverkætlanir. Niðurlendsku listafólkini Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens, sum vitjaðu Vág í 2023, koma aftur til Vágs saman við einum donskum listafólki at búgva og arbeiða. Tað skrivar Vágs kommuna.
Tey trý listafólkini úr Niðurlondum, hava ferðast til Føroyar seinastu 10 árini fyri at arbeiða við ymiskum listaverkætlanum saman við lokalum samfeløgum.
Í 2023 vóru tey í Vági við verkætlanini Tíðin millum okkum og gleða seg til at koma aftur at samstarva við vágbingar um nýggjar verkætlanir.
Filmsverkætlanin
Tá Floortje, Martijn og Eva vitjaðu Vág í sambandi við listaverkætlanina Tíðin millum okkum í 2023, funnu tey eitt serstakt filmsarkiv við upptøkum frá Sævar Haldórsson og Pauli Poulsen, sum eru gjørdar seinastu 40 árini. Hesar upptøkur vísa ymiskar hendingar, tiltøk og persónar úr Vági.
Vágs Kommuna og listafólkini fara at framleiða ymisk filmstilfar úr hesum arkivinum og hava almennar sýningar í Vági.
Taraverkætlanin og Listaleypurin
Í mars byrjar taraverkætlanin við Floortje og Alberte Holmø Bøjesen. Tær báðar, saman við vágbingum og øðrum áhugaðum, fara at arbeiða við taraskóginum og skapa verkstovur fyri at gera taran sjónligan, kensligan, hoyriligan, luktiligan og smakkligan.
Listaleypurin
Floortje og Alberte hava eisini gjørt skapandi verkstovur, sum verða hildnar í skúlum í Suðuroynni, sum partur av Listaleypinum. Í samstarvi við FabLab í Vági og kvøldskúlan, fara tær at læra luttakarar um tara í skapandi verkstovur.
Seinast í mánaðinum verður ein almenn framsýning, har úrslitini av taraverkætlanini verða víst fram.